Næstan gloymdur eftir, tá hann skuldi suður

Næstan gloymdur eftir, tá hann skuldi suður
Niels Jensen úr Porkeri er ikki nøgdur við tænastuna umborð á Galaxy
Funnist verður at tænastuni umborð á Galaxy.
 
02.09.2025 - 13:40

- Tænastan umborð á Galaxy er als ikki nøktandi, sigur ein suðuroyingur, ið ber brek.

Niels Jensen úr Porkeri sigur, at lyftan riggaði ikki, tá ið hann skuldi brúka hana, og sjálvt um hann hevði skelti í bilinum, sum vísir, at hann ber brek, var hann næstan gloymdur eftir, tá ið hann skuldi suðuraftur. 

Kringvarpið veit eisini um annað dømi, har eitt 10 ára gamalt barn í koyristóli ikki slapp upp við lyftini, tí hon riggaði ikki tann dagin, tey skuldu við Galaxy.

Tað endaði við, at fyrst var drongurin borin upp trappurnar, og síðani var koyristólurin borin upp.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02092025_Galaxy_og_suduroyingur

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Vit hava tosað við reiðaríið hjá Galaxy um lyfturnar, og nú skuldi tað verið í lagi, sigur Niels Nielsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni:

 

02092025_Galaxy_og_SSL

 


 

 

 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928