Føroyingafeløgini í Týsklandi vunnu øll

Føroyingafeløgini í Týsklandi vunnu øll
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelm Poulsen gjørdu báðir vart við seg, tá Kiel og Hannover vunnu, meðan Hákun West av Teigum sá Leo Prantner skjóta níggju mál í Füchse-sigri
Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti aftur vegin til trý stig
Mynd: THW Kiel  
 
03.09.2025 - 23:33

Allir tríggir føroyingarnir í bestu týsku hondbóltsdeildini vunnu, tá 2. umfar varð spælt hóskvøldið.

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi aftur hesa ferð væl og virðiliga vart við seg við seks málum og trimum uppleggum, tá THW Kiel vann 34-30 á Wetzlar í fyrsta heimadystinum hjá norðurtýskarunum í nýggja kappingarárinum.

Tað gekk striltið hjá Kiel fyri steðgin, men føroyski spælskiparin skoraði til hálvleiksstøðuna 16-15, og í seinna hálvleiki helt hann fram við málskjótingini. Upp á góðar fimm minuttir frá 47. til 52. skeyt Elias Ellefsen á Skipagøtu tvey mál og legði upp til trý, og so var sigurin tryggjaður.

Bestu bitarnir frá dystinum, eitt nú fleiri mál hjá Eliasi, kunnu síggjast her niðanfyri. 

 

Vilhelm og teir í gongd

Hannover-Burgdorf var við í týska oddastríðnum stóran part av farna kappingarárið, men Vilhelm Poulsen og teir taptu fyri Gummersbach í 1. umfari fyri viku síðan. Hóskvøldið eydnaðist kortini at fáa tvey tey fyrstu stigini á talvuna, tá HSV tók ímóti.

Vilhelm Poulsen, ið ikki altíð skjýtur so nógv mál, skoraði hesa ferð trý og legði upp til eitt - alt eftir steðgin - og Hannover vann 33-29. 

 

Füchse Berlin vann eins og í 1. umfari trygt. Høvuðsstaðarfelagið fór norður aftur úr Göppingen við 32-26 sigri.

Hákun West av Teigum mátti síggja liðfelagan Leo Prantner skjóta heili níggju mál av høgra veingi.

Kanska føroyingurin varð spardur til stórdystirnar ímóti Magdeburg og Nantes (Champions League) í næstum, men umsóknin hjá italska veinginum bilaði einki.

Füchse Berlin og THW Kiel hava fult stigatal, meðan Hannover-Burgdorf hevur tvey stig.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201