Gistingarhús kunnu ikki staðsetast undir Bryggjubakka

Gistingarhús kunnu ikki staðsetast undir Bryggjubakka
Tórshavnar kommuna sigur, at tá hon í gjár legði út uppskotið til hoyringar, hendi eitt mistak
Gistingarhús kunnu ikki staðsetast undir Bryggjubakka í Havn.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
04.09.2025 - 07:58

Gistingarhús kunnu ikki staðsetast undir Bryggjubakka í Havn.

Tað sigur uppskot um broyting í serstøku byggisamtyktini fyri Tinganes og gomlu Havnina.

Tórshavnar kommuna sigur, at tá hon í gjár legði út uppskotið til hoyringar, hendi eitt mistak. 

Av misgáum var byggisamtyktin ikki rættað sambært býráðssamtykt 18. juni.

Sambært henni kunnu gistingarhús ikki staðsetast undir Bryggjubakka.

Rætta uppskotið verður lagt á heimasíðuna til hoyringar í dag, sigur Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572