Tíðindafundur: Tosaði nógv – men segði lítið

Tíðindafundur: Tosaði nógv – men segði lítið
Scott Wiseman, landsliðsvenjari hjá Gibraltar, avdúkaði millum lítið og einki á tíðindafundinum, sum var í dag
F.v. Nicholas Pozo og Scott Wiseman
Mynd: Ragnar A. Jacobsen/KVF  
 
07.09.2025 - 18:04

Landsliðið hjá Gibraltar hevur havt sín tíðindafund undan HM-undankappingardystinum móti Føroyum, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Scott Wiseman, landsliðsvenjari hjá Gibraltar, avdúkaði millum lítið og einki, hóast hann gav sær góðar stundir at tosa.

 - Vit fyrireika okkum upp á okkara spæl. Vit kenna styrkirnar hjá Føroyum, men vit hugsa mest um okkum sjálvar og hvat vit vilja gera, segði Scott Wiseman.

Hann segði víðari á tíðindafundinum, at hann føldi at liðið hjá sær manglaði dystarvenjing, tá Føroyar vunnu 2-1 á Tórsvølli í juni. Landskappingin í Gibraltar rullar aftur og tí væntar Scott Wiseman, at Gibraltar er betri fyri.

 - Vit skulu halda orkuni betri. Seinasti dysturin hjá okkum móti Albania var kanska tann besti dysturin vit hava spælt. Vit hava nakrar skaðar og okkurt leikbann, men spælararnir, ið fingu kjansin tóku av, segði landsliðsvenjarin hjá Gibraltar.

Tað er lutfalsliga heitt í Gibraltar. Tað væntast at verða yvir 20 hitastig, tá dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19.45 í annaðkvøld. Tað er 20.45 lokala tíð. Venjarin er als ikki samdur í, at hitin er ein fyrimunur fyri heimaliðið.

 - Eg haldi, at tú gert føroysku spælarunum órætt. Teir eru væl fyri og hasum fortreytini fari eg ikki at geva tær viðhald í, segði Scott Wiseman

 

Dystur nummar hundrað

Hann er sjálvur fyrrverandi landsliðsspælari hjá Gibraltar og var við, tá Gibraltar á fyrsta sinni spældi altjóða undankappingardyst. Tað var ein venjingardystur móti Slovakia í 2013. Dysturin í morgin er nummar hundrað hjá Gibraltar í altjóða fótbólti.

 - Tað er serligt at verða partur av hesum dystinum. Eg minnist enn fyrsta dystin og hvussu væl eg bleiv móttikið, segði Scott Wiseman, ið eisini er fyrrverandi ungdómslandsliðsspælari hjá Onglandi.

Gibraltar hevur spælt sínar heimadystir í Portugal í seinastuni, men hevur fingið loyvið at spæla dystin móti Føroyum á Europa Point leikvøllinum, ið nú er útbygdur. Gibraltar spældi venjingardyst móti Albania á vøllinum hósdagin og tapti 1-0.

 - Vit hava verið væl móttiknir í Portugal, men tað er nakað serliga at spæla í Gibraltar frammanfyri okkara egnu áskoðarum. Tað verður ein serligur stemningur, segði Scott Wiseman.

So skjótt prátið bleiv meira taktiskt, so segði annars fryntligi venjarin lítið. Nógv orð, men hann avdúkaði lítið. Eitt avdúkaði hann. Gibraltar er ikki longur eitt lið, sum bara skal verja.

 - Vit skulu tora at leggja trýst á okkum sjálvar og fara eftir einum úrsliti. Vit hava staðið í verjustøðu í átta. Tað eru vit komin forbí. Vit royna at seta nøkur nýggj ting í verk, segði Scott Wisemann.

HM-undankappingardysturin millum Gibraltar og Føroyar verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísur dystin. Byrjað verður at senda eftir Dag og Viku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650