Havnin flestar Airbnb-búeindir í Norðurlondum

Havnin flestar Airbnb-búeindir í Norðurlondum
Tórshavnar kommuna hevur flestar Airbnb-búeindir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar í øllum Norðurlondum, vísa hagtøl frá Statista, sum er ein týskur hagtalsstovnur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.09.2025 - 17:54

Í fjør hevði Tórshavnar kommuna 17,7 Airbnb-búeindir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar, og tað er tað mesta í øllum Norðurlondum, sambært týska dátugrunninum, Statista. 

Reykjavík er nummar tvey í Norðurlondum við 17,4 búeindum, meðan Keypmannahavn hevur triðflestar Airbnb-búðeindir, 15,3. Nummar fýra er Stokkhólm, nummar fimm Oslo og nummar seks Helsinki við 4,5 Airbnb-búeindum fyri hvørjar 1.000 íbúgvar. 

 

Statista hevur roknað dáturnar út við at býta talið av Airbnb-búeindum við fólkatalið í býunum.

Í øllum Evropa hevði París í fjør hægsta talið av Airbnb-búeindum fyri hvørjar 1.000 íbúgvar. Har var talið 45 Airbnb-búeindir.

Nummar tvey og trý í Evropa vóru italsku býirnir Firenze og Venesia, sum høvdu ávikavist 34 og 33 Airbnb-búeindir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar.

Í 2024 vóru tað yvir fimm milliónir vertir í heiminum, sum høvdu skrásett sína ogn ella ognir hjá Airbnb. 

Í fjør vóru tað samlað umleið 1,5 milliardir gestainnskrivingar skrásettir hjá Airbnb, sambært Statista. 

Inntøkurnar hjá Airbnb vóru í fjør yvir 11 milliardir amerikanskar dollarar, sum eru smáar 70 milliardir krónur.

Býir ikki nøgdir við Airbnb
Men tað eru ikki allir býir, sum hava verið so nøgd við, at Airbnb er komið. 

Í Barcelona og Venesia, sum taka ímóti milliónum av ferðafólkum hvørt ár, verður tosað um, at Airbnb hevur ført til eina yvirferðavinnu, og arbeitt verður við at seta ymisk tiltøk í verk at basa hesum.

Í París kom nýggj lóg í gildi tann 1. januar í ár, at bústaðir í franska høvuðsstaðnum ikki longur kunnu leigast út í meira enn 90 dagar um árið, samanborið við 120 dagar áðrenn. Verður eitt fólk ella fyritøka tikin fyri at leiga út í meira enn 120 dagar, so fáa tey eina bót upp á 15.000 evrur, sum svarar til umleið 110.000 krónur, skrivar Euronews Travel.

Og í New York er bert møguligt at leiga kømur frá Airbnb, har útleigarin býr í íbúðini og er til staðar alt uppihaldið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Hósdag 4. desember
RagnarRokk 4.desember 2025
199439
Hósdag 4. desember
RagnarRokk: Doro um Warriors Of The Sea
199438
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039
Hósdag 4. desember
Hondbóltur: Føroyar - Serbia
201031