Elisabeth Holm fekk altjóða heiðursløn

Elisabeth Holm fekk altjóða heiðursløn
Elisabeth Holm, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, hevur fingið altjóða heiðursløn fyri sína gransking innan føroyskt sum annað mál.
Elisabeth Holm
 
08.09.2025 - 18:35

- Vónandi kann hetta vera íblástur til onnur, sum granska innan smámál. Tað sigur Elisabeth Holm, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, sum hevur fingið bókaheiðurslønina BAAL fyri sína gransking innan føroyskt sum annað mál. BAAL er stytting fyri British Association for Applied Linguistics.

 

Heiðurslønin verður latin á hvørjum ári fyri "framúrskarandi bøkur á nýtslumálvísindaliga økinum." Forløgini innstilla bøkurnar og tær verða so dømdar í fleiri umførðum, og at enda eru 4 bøkur eftir. Í ár var ein teirra útgávan hjá Elisabeth Holm sum hevur heitið "Migration, Adult Language Learning and Multilingualism"

 

Tað er fyrstu ferð, at ein, sum gevur sína fyrstu bók út, vinnur heiðurslønina. Hetta er ein viðurkenning, sum varpar ljós á føroyska gransking.

 

1762532

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532