Karlot Hergeirsson formaður í mentanarnevndini

Karlot Hergeirsson formaður í mentanarnevndini
Formaðurin í tingbólkinum hjá Framsókn er nú eisini limur í uttanlandsnevndini, og Árni M. Dam hevur fingið sessin í vinnunevndini
Karlot Hergeirsson er nýggjur formaður í mentanarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2025 - 09:21

Karlot Hergeirsson, formaður í tingbólkinum hjá Framsókn, er nú formaður í løgtingsins mentanarnevnd.

Sólvit Nolsø var formaður í mentanarnevndini, men nú hann hevur sagt tingsessin frá sær, hevur nevndin skipað seg av nýggjum við Karlot Hergeirsson sum formanni.

Jóhannis Joensen í Javnaðarflokkinum heldur fram sum næstformaður.

 

Nýggi tingmaðurin hjá Framsókn, Árni M. Dam, hevur fingið sæti í vinnunevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Karlot Hergeirsson er nú eisini limur í uttanlandsnevndini, har Sólvit Nolsø sat frammanundan.

Karlot Hergeirsson sat í vinnunevndini, men tann sessin hevur nýggi tingmaðurin hjá Framsókn, Árni M. Dam, fingið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203