Slóðin

Slóðin 3:3
18-12-2017
- føroysk sending frá des. 1998

Í triðju sending skriva vit 1940. Ein føroysk slupp er á veg úr Íslandi til Skotlands við fiski. Miðskeiðis millum Hebridurnar og Føroyar kemur brádliga ein kavbátur ímóti teimum. Skjótt ríða maskinbyrsusalvurnar inn yvir sluppina, og teir sjey menninir umborð á sluppini bjarga sær í ein lítlan bát - á stødd við ein tríbekk. Løtu seinni søkkur sluppin.

Lagt til rættis: Grækaris Djurhuus Magnussen 

Slóðin

Í hesum trimum sendingunum frá 1998 fara vit aftur í tíðina til tilburðir av ymsum slag.
Og sum heitið sigur, so fara vit á slóðina hjá hesum somu tilburðum. Vit fara eisini á slóðina hjá føroyingum, sum fyri nógvum árum síðani fluttu úr Føroyum, og sum ongin síðani hevur hoyrt frá - ella har familja o.o. lítið og onki vita um lívið, sum viðkomandi livdi langt úti í heimi. 

- føroysk sending frá des. 1998
18-12-2017
- føroysk sending frá des. 1998
14-12-2017
- føroysk sending frá des. 1998
06-12-2017