Beinleiðis úr Studio 5 - Teitur og Girls in Airports

Beinleiðis úr Studio 5 - Teitur og Girls in Airports
Útgávan Kvæði er úrslit av samstarvi millum millum Teit og danska indie jazz-bólkin. Nú verður hon fyrstu ferð spæld á konsert í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.09.2025 - 11:38

Teitur og Girls in Airports endurtulka føroyskan fólkatónleik, rím, skjaldur og kvæði og bera alt fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-kendum hami.

Í morgun vóru teir í Studio 5 og spældu fýra løg av Kvæði.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Limirnir í Girls in Airports eru Martin Stender, Victor Dybbroe, Mathias Holm og Laurits Hyllested.

 

Saman hava teir spælt fleiri vælfagnaðar konsertir kring alt Danmark. Nú fáa føroyingar møguleika at hoyra tað, teir hava fingið burtur úr.

 

"Kvæði" kann hoyrast á øllum stroymingtænastum, eisini Spotify:

 

Konsert við Teiti og Girls in Airports verður í kvøld, fríggjakvøld, í Finsen, og í annaðkvøld, leygarkvøldið, í Listastovuni í Miðvági.

 

Hvat: Beinleiðis í Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

Teitur var eisini gestur í sendingini LEITISSTEIN 25. februar 2025, har hann umrøddi "Kvæði".  Øll tann Leitisstein-sendingin og aðrar kunnu hoyrast á KVF Ljóð. 

 

>>HOYR EISINI: LEITISSTEIN (Teitursa kvæði)

 

1728427

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655