Sambýli á Strondum fyri 10 mió. kr.

Sambýli á Strondum fyri 10 mió. kr.
Kommunan ætlar at hækka skattaprosentið í trý ár at fíggja sambýli, sum skal byggjast í Dávagerði - oman fyri skúlan
 
27.11.2013 - 08:53

Sjóvar kommuna hevur samtykt at byggja sambýli og at byggja íbúðir tætt upp at sambýlinum, soleiðis at bæði ung og gomul kunnu búgva saman. Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Økið, sum byggjast skal á, er oman fyri skúlan á Strondum - nevnt Dávagerði. Sjóvar kommuna væntar, at tað fer at kosta 10 miljónir krónur at byggja sambýlið.

Íbúðir

Íbúðirnar verða somuleiðis bygdar í Dávagerði. Talan verður um tvær støddir av íbúðum, og summar íbúðir fara at hava beinleiðis tilknýti til sambýlið, soleiðis at tey, sum búgva í íbúðunum, kunnu fáa tænastur og umsorgan frá starvsfólki í sambýlinum. Nettoskuldin hjá kommununi er umleið 17 mió.kr., og við eini álíkning upp á umleið 26 mió.kr. er nakað upp til skuldarhámarkið.

Skatturin hækkar

Fyri at fíggja verkætlanina fer kommunan at hækka skattaprosentið við einum prosenti í trý ár  - fram til 2016. Tað fer at geva 1,1 miljón krónur í meirinntøku um árið, og kommunan fer sostatt ikki upp um nettoskuldahámarkið, ið er ein álíkning. Skattaprosentið er 23 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025