Útflutningurin slakar 13 milliardir seinastu 12 mánaðirnar

Útflutningurin slakar 13 milliardir seinastu 12 mánaðirnar
Hetta eru 354 milliónir meira enn frá august í 2023 til juli 2024. Makrelprísurin er tvífaldaður
Útflutt var fyri 12,7 milliardir krónur frá august í fjør til juli í ár.
Mynd: Hagstovan  
 
18.09.2025 - 08:42

Útflutningurin hjá Føroyum veksur.

Útflutt var fyri 12,7 milliardir krónur frá august í fjør til juli í ár.

Hetta eru 354 milliónir meira enn frá august í 2023 til juli 2024.

Hagstovan skrivar, at prísurin fyri makrel er tvífaldaður.

Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum er størri nú.

Men útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og øðrum slíkum fiskaúrdráttum er meira enn eina milliard krónur minni. 

Fimm lond keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. 

Tey eru USA, Bretland, Russland, Danmark og Spania. 

Seinastu árini er útflutningurin til Spania vaksin úr 50 milliónum krónum um mánaðin upp í 100 milliónir krónur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938