Sjóvinnustýrið viðger nú frágreiðingina um Galaxy

Sjóvinnustýrið viðger nú frágreiðingina um Galaxy
Frágreiðingin hjá Strandferðsluni byggir á samrøður við føroysku og griksku manningina umborð
Sjóvinnustýrið er farið at viðgera frágreiðingina um portrið á Galaxy.
 
18.09.2025 - 13:20

Sjóvinnustýrið viðger nú frágreiðingina, tey fingu frá Strandferðsluni um portrið á Galaxy.

- Vit kunnu bara staðfesta, at samsvar er ikki millum frágreiðingina hjá Strandferðsluni og tað, sum ein mynd av dekkinum á Galaxy vísir, sigur Jákup Kristian Poulsen, maritimur ráðgevi á Sjóvinnustýrinum.

Týsdagin varð ein mynd almannakunngjørd, sum vísir, at hekkuportrið á Galaxy var opið, meðan skipið sigldi. Dagsljós sæst ímillum portrið og skrokkin, og eisini er ein stroppur bundin í portrið. 

Sonevnd "metadata" vísa, at myndin av dekkinum á Galaxy varð tikin klokkan seks minuttir yvir hálvgum átta mánakvøldið 1. september. Sambært logginum hjá Vikmar sigldi Galaxy tá beint eystan fyri Lítlu Dímun, áveg suður á Krambatanga. 

Seinnapartin í gjár læt Strandferðslan Sjóvinnustýrinum eina frágreiðing. Í frágreiðingini tvíheldur Strandferðslan um, at portrið á Galaxy var ikki opið á túrinum til Suðuroyar 1. september.

 

 

 

Byggir á samrøður

Frágreiðingin hjá Strandferðsluni byggir á samrøður við føroysku og griksku manningina umborð. Eisini verður víst til tær trygdarskipanir á skipinum, sum skulu boða frá, um hekkuportrið er opið undir sigling. Eingin alarmur fór í gongd, segði Niels Nielsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, við útvarpið í gjárkvøldið.

- Vit mugu fyrst seta okkum inn í málið og finna útav, hvat vit kunnu gera, nú samsvar ikki er millum frágreiðingina og áðurnevndu mynd, sigur Jákup Kristian Poulsen.

Hann leggur aftrat, at Sjóvinnustýrið kannaði Galaxy, áðrenn skipið varð sett í sigling um Suðuroyarfjørð. Og tá var alt í lagi.

Eisini hevur Sjóvinnustýrið kannað skipið, eftir at myndin av opna hekkuportrinum varð almannakunngjørd, og eisini tá vóru øll viðurskifti í lagi. 

Jákup Kristian Poulsen dugir í løtuni ikki at siga, nær Sjóvinnustýrið kemur til eina niðurstøðu, men tað verður skjótast tilber.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659