Havsbrún fær eina fóðurgoymslu afturat

Havsbrún fær eina fóðurgoymslu afturat
Kommunan ger økið til goymsluna byggibúgvið fyri tilsamans 15 mió. kr.
 
27.11.2013 - 15:32

Fóðurframleiðslan í Fuglafirði veksur, tað sama ger útflutningurin, og tí hevur Havsbrún brúk fyri at byggja eina fóðurgoymslu aftrat teimum báðum, sum eru har frammanundan.

Herfyri samtykti býráðið at geva Havsbrún byggiloyvi og at gera økið byggibúgvið, sum fóðurgoymslan skal byggjast á. Arbeiðið verður metta at kosta 15 milliónir krónur, m.a. tí at bryggjukantur skal gerast frammanfyri, so skip fáa lagt at.

10 mió. kr í ár og næsta ár

Kommunan fíggjar íløguna við fimm milliónum krónum í ár og fimm milliónum næsta ár. Haraftrat verður avtala gjørd við Havsbrún og Bergfrost um í fyrstu syftu at fíggja tær fimm milliónirnar, ið eftir eru.

- Neyðugt er at gera hesa íløguna, tí nøgdin av fóðuri, ið verður útflutt, er nógv vaksin, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði. Í 2001 vóru 20.000 tons útflutt, og nú er árligi útflutningurin komin uppá 100.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849