Galaxy: "Svarti kassin" eigur at verða kannaður

Galaxy: "Svarti kassin" eigur at verða kannaður
Óli Hans Hammer Olsen hevur verið skipasýnsmaður í nógv ár og er fyrrverandi stjóri í Sjóvinnustýrinum. Hann heldur, at hendingin við hekkuportrinum á Galaxy má kannast nærri
"Svarti kassin" kann vísa, um hekkuportrið veruliga var opið, sigur Óla Hans Hammer Olsen
 
18.09.2025 - 19:41
250918_DV_GALAXY_OH

 

Galaxy sigldi við opnum hekkuporturi út fyri lítlu Dímun 1. september klokkan 19.36. Tað vísir hendan myndin og tær dátur, sum liggja inni í myndini.

Strandferðslan sigur nei, og Sjóvinnustýrið hevur fingið tríggjar skrivaðar reglur, sum tey skulu fyrihalda seg til í málinum.

Hetta er ikki nøktandi, heldur Óli Hans Hammer Olsen, sum er fyrrverandi stjóri í Sjóvinnustýrinum og hevur arbeitt sum skipaeftirlitsmaður í nógv ár.

Ov tunn frágreiðing
Óli Hans Hammer Olsen hevur sæð frágreiðingina, sum er almannakunngjørd í dag. Hon kann ikki liggja til grund fyri einari niðurstøðu, heldur hann.

Málið er so mikið álvarsligt, at kypriotiska skipaeftirlitið eisini eigur at fara inn í málið, heldur fyrrverandi skipaeftirlitsmaðurin. Galaxy er skrásett á Kypern.

Kanna framvegis
Seinnapartin í dag segði Jákup Kristian Poulsen frá Sjóvinnustýrinum í einum telduposti til Kringvarpið, at Sjóvinnustýrið framvegis arbeiðir við málinum og møguliga kemur við einari frágreiðing í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241