Elbilar fara at savna ruskið í Havn

Elbilar fara at savna ruskið í Havn
Býráðið hevur samtykt at gera 12 ára sáttmála við Landleiðina, sum hevði lægsta tilboð upp á ruskinnsavning við elbilum
Elbilar fara nú at savna ruskið í Tórshavnar kommunu.
 
19.09.2025 - 08:22

Landleiðin fær ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu.

Býráðið hevur samtykt at gera 12 ára sáttmála við Landleiðina.

Hann verður galdandi frá 1. oktober 2026 til 30. september 2038.

Trý tilboð komu.

Ruskbilarnir vera elbilar.

Landleiðin hevði lægsta boð upp á ruskinnsavning við elbilum.

Tað er góðar 13,6 mió. kr.

Verandi sáttmáli, sum Tórshavnar kommuna hevur við IR-lastbilar um ruskinnsavning í Tórshavnar kommunu, gongur út 30. september 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533