Føroyskt fýrverk í Hannover

Føroyskt fýrverk í Hannover
Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt heili 14 mál og tryggjaði Kiel sigurin á Vilhelmi Poulsen og teimum í Hannover
Elias Ellefsen á Skipagøtu var her, har og allastaðni, tá Kiel vann á Vilhelmi Poulsen og teimum í Hannover
Mynd: THW Kiel  
 
19.09.2025 - 09:21

Elias Ellefsen á Skipagøtu er flúgvandi í hvítu og svørtu blusuni hjá THW Kiel í løtuni.

Leygardagin skeyt hann 11 mál í Hamburg, og í gjár skipaði føroyski bakspælarin fyri sonnum fýrverki, tá hann skeyt heili 14 mál í 40-34 sigri á Vilhelmi Poulsen og teimum í Hannover-Burgdorf.

Afturat málunum átti Elias Ellefsen á Skipagøtu næstseinastu hond í trimum málum og stjórnaði álopsspælinum hjá útiliðnum við tryggari hond.

Kiel hevur vunnið allar fýra dystirnar í landskappingini higartil, og føroyingurin, sum ikki altíð tykist hava fingið fult álit frá venjaranum, Filip Jícha, hevur spælt alsamt størri leiklut og er nú í stórformi.

Næstu dystirnir eru ímóti Leipzig og Minden, og tí er ikki ósannlíkt, at Kiel hevur fult stigatal, tá hitt oddaliðið, Magdeburg, tekur ímóti síðst í september.

 

 

Hákun hundrað prosent

Hákun West av Teigum gjørdi sítt, tá Füchse Berlin vann á Aalborg í Champions League í gjár. Føroyingurin var, sum hann so ofta er, tryggur av høgra veingi.

Hann skeyt fýra mál upp á fýra skotroyndir í 31-28 sigrinum hjá høvuðsstaðarfelagnum úr Berlin. Í Bundesliguni hevur Füchse Berlin longu tapt tvær ferðir, men í evropeisku meistarakappingini hava Hákun West av Teigum og teir vunnið báðar dystirnar higartil.

Í næstu viku bíðar torfør uppgáva, tá revarnir skulu á vitjan í Kielce í triðja CL-dystinum. Áðrenn tað vitjar Melsungen í Max-Schmeling-Halle í Berlin.

 


Mathias Gidsel skeyt átta mál ímóti Aalborg, og nýggi venjarin, Nicolej Krickau (uttast t.v.) kann fegnast um sigurin eftir tapið fyri Gummersbach í Bundesliguni (Andreas Gora/AP/Ritzau Scanpix)

 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303