Fosturtøka: Eyðdis verður millum uppskotsstillararnar

Fosturtøka: Eyðdis verður millum uppskotsstillararnar
Eyðdis Hartmann Niclasen verður við sum uppskotsstillari, tá uppskotið um fría fosturtøku verður lagt fram. Tað váttar Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Eyðdis Hartmann Niclasen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.09.2025 - 18:34

- Vit komu ikki til eina semju og sostatt verður Eyðdis Hartmann Niclasen við sum uppskotsstillari, tá uppskotið um fría fosturtøku verður lagt fram í Løgtinginum í morgin. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum eftir fundin í flokkinum í dag. 

 

1765383

 

Framløgufundur er í løgtinginum í morgin klokkan 14.00 og tá leggja Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandflokkinum, Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum, Hervør Pálsdóttir, úr Tjóðveldi og Karlot Hergeirsson úr Framsókn, eftir ætlan, uppskotið um at broyta fosturtøkulógina fram. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334