Teistin røkir kalsoyarleiðina til nýggja skipið kemur

Teistin røkir kalsoyarleiðina til nýggja skipið kemur
Avtalað er við Klaksvíkar kommunu, at Teistin kann brúka Stóru/Longu kei vestanfyri, meðan rampan í ferjuleguni verður umbygd
Nú er greitt, at Teistin fer at røkja kalsoyarleiðina, til nýggja ferjan kemur. Teistin er lættari at mannerera við enn Ternan, sigur landsstýrismaðurin.
 
23.09.2025 - 10:52

Teistin er lættari at mannerera við enn Ternan.

Tí skal hann røkja kalsoyarleiðina.

Tað er nógv meira brúk fyri at kunna mannerera á Syðradali enn í Nólsoy. 

Ternan hevur verið roynd á kalsoyarleiðini. Tað er greitt, at hon riggar ikki serliga væl á hesi farleið. 

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Karlot Hergeirsson, løgtingsmann.

 

Røkir farleiðina, til nýggja ferjan kemur

Teistin verður á kalsoyarleiðini, til nýggja skipið kemur.

Ferjulegan á Syðradali er umbygd, so Teistin og nýggja skipið kunnu brúka hana. 

Avtalað er við Klaksvíkar kommunu, at Teistin kann brúka Stóru/Longu kei vestanfyri, meðan verandi hydrauliska rampan verður umbygd.

Arbeiðið verður fyrireikað nú, so Teistin kann fara á kalsoyarleiðina, sigur landsstýrismaðurin. 

Avgjørt er, sigur hann eisini, at nýggja skipið skal taka 20 bilar og ikki 12-13 sum Sam.

Les svarið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037