Sirið Stenberg spyr um aðra havn til Smyril

Sirið Stenberg spyr um aðra havn til Smyril
Tørvur er á alternativari havn til skipið í stundini, sigur løgtingskvinnan
 
28.11.2013 - 09:36

Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vil nú hava vita frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um hann fer at virka fyri, at Smyril hevur alternativa havn at fara í, tá tað ikki ber til at leggja at í Havn.

Hon hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum ein grein 52-spurning, sum skal svarast skrivliga.

Sirið Stenberg sigur, at støðan á suðuroyarleiðini er ótolandi í løtuni. Óvissan, avlýsingar og seinkingar eru sera stórur bági fyri fólk og vinnuna.

Tað kann taka drúgva tíð at bíða, til Smyril er umvældur, og tí er tørvur á eini bráðfeingis loysn á alternativari havn til skipið í stundini, sigur Sirið Stenberg í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327