Hvannasunds kommuna letur Drivinum 4,6 milliónir

Hvannasunds kommuna letur Drivinum 4,6 milliónir
Hvannasunds kommuna hevur gjørt av at lata komandi felagsshúsinum, Drivið, góðar 4,6 milliónir krónir
Soleiðis fer felagshúsið í Hvannasundi at síggja út í 2027
Mynd: Spektrum Arkitekter  
 
23.09.2025 - 20:16

Drivið er felagsshús, sum skal byggjast, og skal millum annað vera savningarstað hjá róðrarfelagnum í Hvannasunds kommunu og motorsavninum.

Ætlanin er, at felagshúsið skal vera klárt at taka í nýtslu á vári í 2027.

4,6 milliónir krónur er rættiliga nógv, tá ið hugsað verður um, at í Hvannasunds kommunu búgva umleið 425 fólk.

Karl Vilhelm Hansen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, sigur, at kommunan fer at játta pengarnar yvir tvey ella trý ár. 

Parturin hjá kommununi er 25 prosent av samlaðu kostnaðarætlanini.

Kommunan ætlar ikki at taka lán í sambandi við, at hon stuðlar Drivinum við 4,6 milliónum.  

Mynd: Spektrum Arkitekter

 

Lokale- og anlægsgrunnurin, stytt LOA, hevur fíggjað 6,2 milliónir krónur til verkætlanina. 

Samlað verður mett, at verkætlanin fer at kosta 18,7 milliónir krónur.

 

Hoyr samrøðu við Karl Vilhelm Hansen, borgarstjóra í Hvannasunds kommunu:

1765416

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
Skratsj 14. oktobur 2026
214778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655