Finn Danberg stjóri í vindfeløgunum hjá SEV

Finn Danberg stjóri í vindfeløgunum hjá SEV
Broytingin í elveitingarlógini ger, at kappingarútsett virksemi hjá Sev, so sum vindfeløgini, skulu rekast sum sjálvstøðug partafeløg
Finn Danberg tók 1. september við sum stjóri í vindfeløgunum hjá SEV.
 
26.09.2025 - 07:55

Vindfeløgini hjá SEV hava fingið stjóra.

Hann eitur Finn Danberg.

Samstundis er Hákun Djurhuus farin frá sum fyribilsstjóri. Hann hevur verið fyribilsstjóri síðani í mai í fjør, tá elveitingarlógin var broytt. 

Broytingin í elveitingarlógini ger, at kappingarútsett virksemi hjá Sev, so sum vindfeløgini, skulu rekast sum sjálvstøðug partafeløg. 

 

Parttíðarstarv

Lógin tilskilar eisini, at starvsfólk hjá Sev ikki kunnu røkja stjórastarvið og ikki kunnu vera  nevndarforfólk.

Finn Danberg tók við stjórastarvinum 1. september. Stjórastarvið í vindfeløgunum er parttíðarstarv.

Finn Danberg hevur fyrr verið í starvi hjá Sev. Hann er nú partaeigari og stjóri í fyritøkuni Lyfta.

Bogi Bech Jensen er nevndarformaður í vindfeløgunum hjá SEV.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979