Spreingja skuldarkarm fyri at byggja eldraøkið út

Spreingja skuldarkarm fyri at byggja eldraøkið út
Í Klaksvík ætla tey bæði at byggja nýtt og leggja gamlar stovnar niður. Íløgan er umleið 350 milliónir krónur
Heimið við Vágna í Klaksvík. Stórar útbyggingarætlanir eru á eldraøkinum.
 
26.09.2025 - 14:50

Tað legst aftrat við eldri fólki í samfelagnum.

Tað var aftur staðfest, tá Búskaparráðið í gjár legði fram frágreiðing um kommunubúskap og eldraøkið.

Tey, sum eru 80 ár og eldri, gerast nógv fleiri. Tey vóru gott 2.100 fyri 10 árum síðani, tey eru 2.800 nú, og vera 4.000 um 10 ár

Eisini tey, sum eru 90 ár og eldri, gerast fleiri. Tey vóru 381 fyri 10 árum síðani, tey eru útvið 500 í løtuni, og tey vera 750 um 10 ár.

 

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, tá frágreiðingin um kommunubúskap og eldraøkið varð løgd fram í gjár. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fleiri búpláss

At tað vera fleiri eldri fólk, hevur vi sær, at  at vit skulu eisini hava fleiri búpláss til tey.

Búskaparráðið hevur roknað út, at tørvur er á 332 nýggjum búplássum næstu 10 árini, skulu vit varðveita sama stig sum nú.

Tørvurin er ymiskur um landið. Í Norðoyggjum verður tørvur á 38 plássum afturat. Tað kostar 142 milliónir.

 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

 

Spreingja skuldarkarmin

Men kommunan hevur ongar pengar at byggja fyri. Nettoskuldin er 381 milliónir, tað eru 103 prosent av eini álíkning. 

Í Klaksvík ætla tey bæði at byggja nýtt og leggja gamlar stovnar niður. Íløgan er umleið 350 milliónir krónur. Og kommunan sleppur at spreingja allar skuldarkarmar,  so farast kann undir at byggja

Sí innslag í Degi og viku:

 

ELDRAOKID_KLAKSVIK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609