Heilsuskúlin eigur at megna fjarundirvísing

Heilsuskúlin eigur at megna fjarundirvísing
Tað er ikki í lagi, at Heilsuskúlin ikki kann samstarva við restina av Føroyum, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu
Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, heldur ikki, at tað er í lagi, at Heilsuskúlin í Suðuroy ikki kann tillaga undirvísingina til onnur øki í Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
27.09.2025 - 15:20

Bjarni Prior hevur roynt at fingið loyvi at hýsa heilsustarvsfólki á staðnum í Vága kommunu. 

Men hetta hevur ikki borið til.

Heilsuskúlin hevur ikki gingið fyrispurninginum á møti, sigur hann.

 

Heilsuskúlin skal útum Suðuroynna

Bjarni Prior heldur ikki, at tað er í lagi, at Heilsuskúlin ikki kann laga undirvísingina til, soleiðis at skúlin kann tæna landinum best, og ikki bert vera til gagns fyri eitt ávíst øki.

Tí tørvurin er til staðar, sigur Bjarni Prior. Men sambært honum, er tað ikki líka lætt hjá øllum, sum hava hug at læra, at fara til Suðuroyar.

- Tá legði eg so upp til at fáa eina fjarundirvísing í lag, og eg bjóði so okkara kommunu fram til at hýsa tað, og at vit betaltu fyri hølir, útgerð og eina sjúkrasystir, og tað, sum skuldi til meðan heimaundirvísingin fer fram, men tað bleiv so avvíst tá, sigur Bjarni Prior.

 

Skúlin megnar ikki uppgávuna

Hóast tankin um at fleiri skulu hava gagn av skúlanum, er góður, metir skúlin seg ikki at megna slíka uppgávu, sigur Bjarni Prior.

Sambært honum ljóðaðu boðini, at skúlin ikki hevði starvsfólk, sum høvdu royndir við fjarundirvísing. Tí megnar skúlin ikki at gera undirvísingina tøka aðrastaðni í landinum.

Hetta er samstundis ein av orsøkunum til, at eitt samstarv við onnur øki ikki er gjørligt.

 

Tørvur er á at menna heilsuøkið

Sambært Bjarna Prior eigur hetta ikki at verða ein forðing, men heldur eitt høvi at menna skúlan.

- Starvsfólkini skulu enn verða har suðuri, vit skulu hava fleiri starvsfólk fyri at undirvísa uppá ein annan máta, tí annars er mann í holt við at avlaga hann, sigur Bjarni Prior.

Sambært honum eiga fólk at verða sett at hjálpa skúlanum at koma víðari, so alt Føroyar fær gagn av Heilsuskúlanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979