Makrelurin og svartkjafturin eru uppi

Makrelurin og svartkjafturin eru uppi
Í gjár vóru fiskað sløk 64.000 tons av makreli og góð 367.500 tons av svartkjafti, upplýsir Vørn
Katrin Jóhanna er eitt av nótaskipunum. Makrelkvotan og svartkjaftakvotan eru nú fiskað.
 
30.09.2025 - 08:51

Føroyska makrelkvotan og svartkjaftakvotan eru uppi í ár.

Skipini kundu haraftrat fiska tað, sum leyp av hjá teimum í fjør, og tíggju prosent av tí, sum tey fáa næsta ár.

Í gjár vóru fiskað sløk 64.000 tons av makreli og góð 367.500 tons av svartkjafti, upplýsir Vørn.

24.000 tons av makreli eru fiskað í bretskum sjógvi og sløk 20.000 tons í altjóða sjógvi.

59.500 tons av svartkjafti eru fiskað í altjóða sjógvi.

Tað mesta, 296.000 tons, eru fiskað í føroyskum sjógvi.

29 tons eru fingin í norskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425