Eykajáttanaruppskot hevur lítið avlop

Eykajáttanaruppskot hevur lítið avlop
Játtanir til rakstur minka 9,6 mió. kr. netto, løgujáttanir minka 6,4 mió. kr., og løgukendar játtanir vera 15,6 mió. kr. størri
Uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um eykajáttan hevur 400.000 kr. í avlopi.
 
01.10.2025 - 09:09

Eykajáttanaruppskotið, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fyri løgtingið í gjár, hevur 400.000 kr. í yvirskoti.

Játtanir til rakstur minka 9,6 mió. kr. netto.

Løgujáttanir minka 6,4 mió. kr., og løgukendar játtanir vera 15,6 mió. kr. størri.

Fyri at nevna nøkur heilt fá mál í eykajáttarnaruppskotinum verður biðið um eina millión í inntøku fyri oljutangarnar í Sørvági, tí áhugi er fyri at keypa undirlendið við tangunum.

 

Endurgjald til skipasmíð

Biðið verður um 1,8 mió. kr. aftrat til endurgjald til skipasmíð.

Mest skal byggja tvíkilju og fer at biðja um 2,4 mió. kr. Eftir á kontuni eru bara 600.000 kr.

Og húsaleigan hjá Heilsufrøðiliga starvsstovuni á Smyrilsvegnum í Havn er farin úr 83.854 kr. um mánaðin upp í 115.000 kr.

Les uppskotið her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375