Fýra íbúðir eru seldar, men áhugin er stórur

Fýra íbúðir eru seldar, men áhugin er stórur
15 framvísingar eru bílagdar av íbúðunum hjá Bústøðum við Dalavegin í Havn
44 lutaíbúðir eru við Dalavegin, men enn eru bara fýra seldar.
Mynd: Bústaðir  
 
01.10.2025 - 12:36

Enn eru bara fýra lutaíbúðir seldar við Dalavegin í Havn, har Bústaðir hava 44 lutaíbúðir til sølu. 

Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, er tó bjartskygdur um, at íbúðirnar verða seldar, tí áhugin er stórur, og 15 framvísingar eru bílagdar. 

Ætlanin við lutaíbúðum er, at tey, sum ikki hava ráð, skulu fáa møguleika at sleppa á bústaðarmarknaðin. Men lutaíbúðirnar við Dalvegin tykjast vera sera dýrar. 

 

Jógvan Ósá. 

 

Ein lutaíbúð við við trimum kømrum, sum er 106 fermetrar, kostar 4,5 mió kr.

Tað er er meira enn prísurin á vanligum eigaraíbúðum. 

Prísurin fyri sjálvan lutin er 1,35 milliónir kr.,  sum er upphæddin, keyparin skal gjalda. 

Um keyparin lænir upphæddina til lutin, er gjaldið til peningastovnin fyri lánið góðar 6.500 kr. Harumframt  skulu góðar 15.300 kr. gjaldast hvønn mánað til lutaíbúðarfelagið at gjalda niður uppá felagsskuldina hjá lutaíbúðarfelagnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01102025_Lutaibudir

 


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558