Veiðigjøldini minka - Búskapargrunnurin tekur stoytin

Veiðigjøldini minka - Búskapargrunnurin tekur stoytin
Fíggjarmálaráðið sigur nú, at úrslitið í fíggjarlógini næsta ár verður avmarkað, tí sveiggjandi tilfeingisinntøkur verða javnaðar við Búskapargrunninum
Alt bendir á, at serliga makrelkvoturnar fara at minka næsta ár, og tað rakar eisini veiðigjøldini til landskassan. Men Búskapargrunnurin leggur uppfyri. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
02.10.2025 - 07:48

Fíggjarmálaráðið hevur nú svølgt beiska bitan, tað fekk frá ICES týsdagin.

Ráðið sigur í morgun, at sveiggjandi tilfeingisinntøkur verða javnaðar við Búskapargrunninum. 

Vera inntøkurnar frá veiðigjøldum minni enn mettar fyri 2026, fer tað at hava avmarkaða ávirkan á úrslitið í fíggjarlógini, sigur Fíggjarmálaráðið. 

ICES mælir til, at makrelveiðan skal minka 70 prosent, og svartkjaftaveiðan skal minka 41 prosent.

Hesi tilmæli komu sama dagin, sum uppskotið um fíggjarlóg kom.

Tað er ov tíðliga at siga, hvussu tilmælini hjá ICES fara at ávirka inntøkurnar hjá landskassanum í 2026, tí at kvoturnar eru ikki ásettar enn, sigur Fíggjarmálaráðið. 

 

Veiðigjøldini minka

Tað er ikki greitt, um strandarlondini fara at lurta eftir ICES.

Sannlíkt er tó, at nakað minni veiðigjøld enn mett er í fíggjarlógaruppskotinum koma.

Men Búskapargrunnurin tekur stoytin, sigur Fíggjarmálaráðið.

Bara ein sjeyndi partur av inntøkunum frá avgjaldinum yvir 350 mió. kr. fer í fíggjarlógina.

Hitt fer í Búskapargrunnin. 

Tí er ávirkanin á úrslitið í fíggjarlógini fyri 2026 avmarkað, sigur Fíggjarmálaráðið. 

Minka inntøkurnar eitt nú 150 mió. kr., verður ávirkanin á úrslitið í fíggjarlógini 20 mió. kr.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327