Málið um Galaxy meldað, men løgreglan vísir til Sjóvinnustýrið

Málið um Galaxy meldað, men løgreglan vísir til Sjóvinnustýrið
Boðini frá løgregluni eru, at maðurin, sum tók myndina og meldaði, skuldi venda sær til Sjóvinnustýrið, sum annars hevur lagt málið til viks
Maðurin, sum hevur meldað málið um hekkuportrið á Galaxy, hevur fingið boð frá løgregluni um at melda tað til Sjóvinnustýrið.
 
03.10.2025 - 12:06

Maðurin, sum tók myndina av opna hekkuportinum á Galaxy út fyri lítlu Dímun 1. september kl. 19.36, hevur nú meldað málið til løgregluna. Men boðini frá løgregluni vóru, at maðurin skuldi venda sær til Sjóvinnustýrið, sum annars hevur lagt málið til viks.

 

Maðurin, sum tók myndina av opna hekkuportrinum á Galaxy, hevur meldað málið til løgregluna.

 

Kringvarpið hevur í dag tosað við løgregluna og fingið váttað, at maðurin vendi sær til løgregluna. Men vakthavandi sigur, at av tí at talan er um eitt ábyrgdarøki hjá Sjóvinnustýrinum, skal hann melda málið til Sjóvinnustýrið, og hetta vegleiddu tey hann um.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03102025_Galaxy

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928