Elias átti æruna av Kiel-javnleiki

Elias átti æruna av Kiel-javnleiki
Við fýra teimum seinastu málunum hjá Kiel var Elias Ellefsen á Skipagøtu avgerandi, tá THW Kiel bjargaði sær javnleik á heimavølli ímóti Rhein-Neckar Löwen í Bundesliguni
Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki til at steðga í løtuni. Hann skeyt 10 mál ímóti Rhein-Neckar Löwen sunnudagin
Mynd: THW Kiel  
 
05.10.2025 - 21:45

Elias Ellefsen á Skipagøtu var avgerandi spælarin, tá THW Kiel bjargaði sær javnleik ímóti Rhein-Neckar Löwen í Bundesliguni sunnudagin.

Føroyski landsliðsspælarin, sum júst er kosin hin besti í Bundesliguni í september, skeyt fýra tey seinastu málini hjá sebrunum, sum sostatt fingu eitt stig á heimavølli og hildu fast í oddasessinum.

Tað sá einki serligt út, tá smáir fýra minuttir vóru eftir, men tá funnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Andreas Wolff stórspælið fram, og sostatt er Kiel framvegis ósigrað í bestu týsku deildini.

Føroyingurin var enn einaferð toppskjútti hjá Kiel við tíggju málum.

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu heldur fram við stórspælinum í Kiel. Hann skeyt 10 mál í javnleikinum ímóti Rhein-Neckar Löwen.

 

Hákun og teir komnir fyri seg

Hákun West av Teigum og hinir í Füchse Berlin tykjast vera komnir nøkulunda fyri seg eftir venjaraskifti. Leygardagin skeyt føroyski vongurin fýra mál upp á fimm royndir í 38-35 útisigri á Erlangen. 

Vilhelm Poulsen skorar meir mál í ár, enn hann gjørdi i fjør. Um vikuskiftið skoraði hann trý afturat í 30-26 tapinum hjá Hannover-Burgdorf fyri Göppingen, men hann skuldi brúka heili 11 skot hesa ferð. 

Kiel er fremst við 13 stigum - eitt stig frammanfyri Flensburg á 2. plássi. Füchse Berlin hevur spælt seg upp á 5. pláss við 10 stigum, meðan Hannover-Burgdorf liggja nummar 15 við fýra stigum.

Í komandi umfari stendur slagið um norðurtýskland, tá Kiel vitjar arvafíggindan úr Flensburg í sonnum oddabraki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791