Gaffa gevur konsert hjá Eivør seks av seks stjørnum

Gaffa gevur konsert hjá Eivør seks av seks stjørnum
Eingin sangari og sangskrivari kann máta seg við Eivør, uttan íslendska Bjørk, men tað er bara kanska, skrivar ummælarin hjá Gaffa, ið hevur verið á konsert hjá Eivør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.10.2025 - 19:55

Í løtuni er tónleikadrotning føroyinga, Eivør, á konsertferð í Evropa saman við íslendska Ásgeir Trausti og lítlusystrini Elinborg. 

Leygarkvøldið spældu tey í konsertstaðnum Poolen úti á Refshalsøen í Keypmannahavn. 

Og tað eru ikki hissini orð, ið ummælarin hjá størsta danska tónleikatíðarritinum, Gaffa, hevur at siga um framførsluna hjá Eivør, ið var høvuðsnavnið. 

 

Seks av seks stjørnum

Undir yvirskriftini "Sannførandi valdsframsýning í Poolen", so skrivar Ivan Rod, ið hevur ummælt konsertina, at føroyska Eivør er ein úrmælingur. 

"Eg kann - hóast eg havi gravað djúpt í mínum heila og skrivað um tónleiki í áratíggjur - ikki koma í tankar um eitt einasta tónlistafólk, ið sum sangskrivari ella sangari kann máta seg við hana (Eivør, blaðm.). Jú, kanska íslendska Björk. Men Eivør er hóast tað ein einari. Hennara rødd er ein ógvusligur frummáttur - ein goskelda, ið goysir, sum tær gera í Íslandi. Og hennara sangir? Teir eru eklektiskir og tó rótfestar søgur frá veðurbardu oyggjunum í Norðuratlantshavi."

Ivan Rod, ið eisini rósar Ásgeir Trausti og Elinborg fyri teirra framførslur í Poolen, gevur konsertini seks av seks stjørnum. 

 

LES EISNI: GAFFA: Overbevisende magtdemonstration i Poolen

 

 

Eivør, Ásgeir og Elinborg spæla konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 1. november. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375