Fakfelagssamstarvið: Fingrarnar burtur frá ALS

Fakfelagssamstarvið: Fingrarnar burtur frá ALS
Fakfeløgini siga, at tað er skjótt, at peningur í ALS kann brúkast til onnur endamál, eitt nú, um peningur manglar á fíggjarlógini
Fakfelagssamstarvið biður nú landsstýrið um at halda fingrarnar burtur frá Arbeiðsloysisskipanini.
 
23.10.2025 - 11:31

Fakfelagssamstarvið biður nú landsstýrið um at halda fingrarnar burtur frá Arbeiðsloysisskipanini.

Í almennari fráboðan fyrrapartin biður Fakfelagssamstarvið samgnguna um at virða ásetingarnar í ALS-lógini, at tað stendur, at "inntøkur og útreiðslur grunsinis verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina."

- Hóast undanførslan hjá samgonguni er, at ALS bara verður ein konto á fíggjarlógini, sum er útreiðsluneutral, so er skjótt, at politiska skipanin fær tað hugskot at broyta hetta, so peningur í ALS kann brúkast til onnur endamál. Eitt nú, um peningur manglar í á fíggjarlógini," skriva feløgini í yvirlýsingini.

Sjey fakfeløg eru í Fakfelagssamstarvinum.

 

Súni Selfoss.

 

Tey eru Starvsfelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Akademikarafelagið, Heilsuhjálparfelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Tilsamans umboða tey umleið 8.000 løntakarar.

Hoyr samrøðu við Súna Selfoss, formann í Starvsfelagnum og varalim í ALS-stýrinum:

 

23102025_Suni

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Annað frá KVF