Listprýða kampus, áðrenn bygningurin er boðin út

Listprýða kampus, áðrenn bygningurin er boðin út
Landsverk bjóðar listafólkum at vera við í kapping um at skapa listaverk til nýggja kampusbygningin hjá Fróðskaparsetrinum
Soleiðis fer kampusbygningurin hjá Fróðskaparsetrinum at síggja út innan.
 
24.10.2025 - 08:51

Listafólk hava nú møguleika at bjóða seg fram til at listprýða nýggja kampusbygningin hjá Fróðskaparsetrinum.

Vinnarin verður funnin, áðrenn arbeiðið at byggja bygningin yvirhøvur er boðið út.

Freistin at lata inn tilboð er 29. oktober - og í útbjóðingartilfarinum stendur, at vinnarar verða kunngjørdir og sáttmálar undirskrivaðar hálvan desember.

Men tá veit eingin við vissu, um nýggi høvuðsbygningurin verður veruleiki.

Bygningurin verður í løtuni projekteraður, arbeiðið verður liðugt um ársskiftið,  og tástani verður sjálvt arbeiðið at gera bygningin bjóðað út.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

24102025_Setrid_og_list

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533