Stabilisatorurin á Smyrli verður í lagi í kvøld

Stabilisatorurin á Smyrli verður í lagi í kvøld
Smyril hevur rullað meira enn vanligt, tí hann hevur bara siglt við einum stabilisatori
Pumpan til annan stabilisatorin á Smyrli verður skift í kvøld.
 
24.10.2025 - 12:42

Pumpan, sum skal skiftast í øðrum stabilisatorinum á Smyrli, kemur til Føroya seinnapartin. 

Pumpan í stabilisatorinum í bakborði gjørdist í ólagi um vikuskiftið, og Smyril hevur tí siglt við bert einum stabilisatori, og hann hevur rullað meira enn vanligt. 

Tað tekur ikki langa tíð at skifta pumpuna, og ætlanin er at gera arbeiðið á veg til Suðuroyar í kvøld, sigur Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli. 

Skiparin væntar tó ikki, sum ættin er seinnapartin, at tað fer at rulla so nógv á túrinum av Havnini nú klokkan eitt og av Krambatanga klokkan fýra, men skipið kann trampa nakað.

- Men tað hevur einki við stabilisatorarnar at gera, sigur skiparin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531