Sinnisbati vil hava 1,4 mió. á fíggjarlógini at seta á stovn Headspace

Sinnisbati vil hava 1,4 mió. á fíggjarlógini at seta á stovn Headspace
- Fáa vit okkara umsókn játtaða, so kann Headspace virka í 2026. Tað sigur Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata.
Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata
Mynd: Savnsmynd  
 
26.10.2025 - 18:41

- Fleiri og fleiri ung í Føroyum mistrívast, og vit hava sæð í okkara grannalondum, at Headspace er við at basa mistrivnað. Tí hava vit tørv á Headspace í Føroyum. Tað sigur Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata, sum hevur heitt á fíggjarnevndina, um 1,4 mió kr í stuðli á fíggjarlógini fyri 2026. 

 

1772241


Headspace er eitt lággáttartilboð fyri ung í aldrinum 18-25 ár og krevur ikki, at ein hevur tilvísing ella diagnosu. 

- Vit síggja eisini at almennu skipaninar ikki røkka til og tí hava vit tørv á onkrum, sum kann lofta, áðrenn trupulleikarnir gerast viðgerðarkrevjandi, sigur Gunnhild Persson. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928