Hitin veksur dupult so skjótt

Hitin veksur dupult so skjótt
Frágreiðing sigur, at seinastu 20 árini er hitin vaksin 0,29 stig fyri hvørji tíggju ár
Í 2024 var miðalhitin 1,55 stig hægri enn hann var frá 1850 til 1900.
 
27.10.2025 - 10:05

Hitin veksur dupult so skjótt nú sum í farnu øld.

Tað sigur ein nýggj frágreiðing um alheims upphitingina, sum Nationalt Center for Klimaforskning hevur gjørt.

Tað sigur danska veðurstovan, DMI, í tíðindaskrivi.

Frágreiðingin sigur, at seinastu 20 árini er hitin vaksin 0,29 stig fyri hvørji tíggju ár.

Vøksturin tey 80 árini frammanundan var 0,15 stig fyri hvørji tíggju ár.

Í 2024 var miðalhitin 1,55 stig hægri enn hann var frá 1850 til 1900.

2024 er heitasta árið, sum er skrásett, sigur ST.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742