Bogi Bech Jensen professari á Fróðskaparsetrinum

Bogi Bech Jensen professari á Fróðskaparsetrinum
Fróðskaparsetrið boðaði í dag frá, at Bogi Bech Jensen er settur í starv sum professari í orkuverkfrøði
Bogi Bech Jensen er í dag settur í starv sum professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini
 
03.12.2013 - 10:00

Fróðskaparsetrið raðfestir varandi orku, og hevur sett Boga Bech Jensen, professara í starv í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini.

Bogi Bech Jensen er ættaður úr Havn, og hevur arbeitt á universiteti í Bretlandi og í Danmark.

SÍ EISINI Vangamyndin: Bogi Bech Jensen

Hann skal ganga á odda í arbeiðnum at menna granskingarumhvørvið, har granskingin skal vísa á burðardyggar møguleika fyri at minka um nýtsluna av fossilum bennievnum, og skal menna og samskipa hægri útbúgvingartilboð innan orku- og umhvørvisverkfrøði.

Statoil stuðlar

Statoil fíggjar partvíst starvið hjá Boga Bech Jensen.

Fróðskaparsetrið skrivar í tíðindaskrivi, at stuðulin frá Statoil ger tað møguligt at byggja upp nýggja fokusøkið munandi skjótari, enn tað hann hevði borið til at gjørt.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162