Klædnaatstøði á Glasi var lopfjøl at lesa víðari

Klædnaatstøði á Glasi var lopfjøl at lesa víðari
Sarita Thomassen, sum hevur lisið klædnaatstøði á Glasi, er ósamd um at útbúgvingin ikki er førleikagevandi. Fyri hana var útbúgvingin lopbreyt at lesa víðari.
Sarita Thomassen í 2021, tá hon var liðugt útbúgvin í klædnaatstøði á Glasi
Mynd: Privatmynd  
 
27.10.2025 - 18:39

Sarita Thomassen hevur tikið útbúgvingina sum klædnaatstøðingur á Glasi, sum saman við tilvirkisatstøði, eftir ætlan skal niðurleggjast. 

Hon stendur spyrjandi um grundgevingina, at útbúgvingin ikki er førleikagevandi, tí hon lesir nú til kandidat í Keypmannahavn - nakað hon aldrin hevði farið undir, hevði tað ikki verið fyri klædnaatstøði útbúgvingini á Glasi, sigur hon. 

 

1772471

 

- Við at niðurleggja hesar útbúgvingarnar, so missa vit tær føroysku traditiónirnar og tað føroyska handverki, sum er ein stórur partur av okkara mentan, sigur Sarita Thomassen.

- Nú eru hetta eisini tvær útbúgvingar, sum hava ein meiriluta av kvinnum og kvinnurnar arbeiða serliga innan tað handaliga og søkja hesar útbúgvingar, so við at niðurleggja hesar útbúgvingar, so niðurleggja vit eisini møguleikan hjá nógvum kvinnum at útbúgva seg í Føroyum, sigur hon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101