Málið er Mali

Úr savninum: Málið er Mali
28-10-2025
- føroysk sending frá 2004

- føroysk sending frá 2004

Málið er Mali

Thurid og Snorri Brend fylgdu einum kalli, sum í 2001 leiddi tey til fjarskotna muslimska landið Mali. Kallið at boða kristna boðskapin í vesturafrikanska landinum førdi tey og børnini inn í ein heilt annan heim. Mali er eitt av fátækastu londunum í heiminum, har fólkið hvørki hevur streym, rennandi vatn ella telefon. Arbeiðið hjá Snorra var at leggja kristiligar útvarpssendingar til rættis, meðan Thurid vitjaði heima hjá kvinnunum og tosaði við tær um kristindómin. Men tað var skjótt at uppgáva hennara eisini kom at fevna um meira.

- føroysk sending frá 2004
28-10-2025