80 milliónir í avlopi í triðja ársfjórðingi

80 milliónir í avlopi í triðja ársfjórðingi
Føroya banki væntar, at úrslitið í ár verður millum 235 og 265 milliónir kr.
Triði ársfjórðingur royndist væl hjá Føroya banka, sigur bankin sjálvur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2025 - 08:06

Triði ársfjórðingur royndist væl hjá Føroya banka, sigur bankin sjálvur.

Úrslitið fyri skatt gjørdist 80 mió. kr., sigur bankin í tíðindaskrivi.

Tað var 64 mió. kr. eftir skatt. 

Bankin væntar, at ársúrslitið í 2025 verður millum 235 og 265 mió. kr.

Millum juni í fjør og juni í ár er rentan lækkað sjey ferðir. 

Føroya banki sigur, at peningamarknaðurin væntar ikki, at rentan lækkar so ofta komandi tíðina.

Marknaðurin væntar, at rentan nú er meira støðug. Men tað kann tó broytast, verður lagt aftrat. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655