Breddin: Nýskipanir í almenna geiranum

Breddin: Nýskipanir í almenna geiranum
Nýskipanarnevndin leggur fyrstu tilmælini fram í dag, og tey hava eisini við sær, at trý landsstýrisfólk og tríggir aðalstjórar verða søgd upp
Nýskipanarnevndin leggur fram fyrstu tilmælini um sparingar í almenna geiranum í dag.
 
04.11.2025 - 09:05

Tað er ikki hvørjum degi, at fakfólk fáa so stórt vald yvir framtíðini hjá almenna geiranum, sum nýskipanarnevndin hjá løgmanni hevur fingið.

Nevndin, sum Aksel V. Johannesen setti fyrst í september, skal mæla til nýskipanir í tí almenna - og longu í dag fáa vit so at vita, hvørji fyrstu tilmælini hjá nýskipanarnevndini verða.

 

Árni Gregersen og Beinta Løwe.

 

Eftir hvat skilst, hava tingbólkafundir verið í gjár um uppskot um sparingar, sum nýskipanarnevndin fer at mæla til.

Keldur upplýsa fyri Kringvarpinum at talan er um, at trý landsstýrisfólk og tríggir aðalstjórar verða koyrd í dag.

Árni Gregersen og Beinta Løwe, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846