Beinir og Bárður taka undir við løgmanni

Beinir og Bárður taka undir við løgmanni
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin taka undir við ætlanunum hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, at broyta stýrisskipanarlógina, so seks aðalráð verður talið frameftir
 
04.11.2025 - 21:32

Dagurin í dag gjørdist rættiliga buldrutur.

Nýskipanarnevndin, sum varð sett fyri akkurát tveimum mánaðum síðan, almannakunngjørdi í dag síni fyrstu tilmæli, og tey vóru vend móti politisku skipanini. Kanska kann tað lesast soleiðis, at skal nøkur meining vera hjá Nýskipanarnevndini at arbeiða víðari, so má politiska skipanin vísa, at hon er sinnað at gera tær broytingar, sum nevndin kemur við. Og hvør máti er tá betur enn at byrja á ovastu rók - við landsstýrinum sjálvum.

Tá hetta landsstýrið tók við 22. desember 2022 var talan um eina av teimum stóru samgongunum, sum umframt løgmann hevði átta landsstýrisfólk, og tað hevur sjálvandi við sær nýggjar útreiðslur. Tí er tað kanska ikki so løgið, at tað verður byrjað hjá myndugleikanum sjálvum, sum hevur sett nevndina at finna nýskipanir. Og tað var akkurát tað sum hendi.

Løgmaður fekk eitt tilmæli at minka landsstýrið niður í seks aðalráð, ella fimm pluss løgmansskrivstovuna, og hann hevur valt at fylgja tí. Eitt annað tilmælið er at festa tað niður í stýrisskipanarlógina, hvussu nógv aðalráð kunnu vera og hvat tey skulu umfata, og eisini tað hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, tikið til sín.

Fyri at fáa hetta ígjøgnum er neyðugt við samráðingum við andstøðuflokkarnar, men sambært formonnunum báðum, Beinir Johannesen og Bárði á Steig Nielsen, so nýtist løgmaður ikki at óttast fyri, at teir fara at mótarbeiða tí uppskotinum.

Um tað fer at eydnast at finna semju um alt er kanska ein opin spurningur, men tað er sum skilst eingin ivi um, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka undir við at broyta Stýrisskipan Føroya, so vit framyvir fara at hava fimm landsstýrisfólk umframt løgmann.

Trýst á leinki niðanfyri og hoyr alt innslagið við Beinir Johannesen og Bárði á Steig Nielsen, sum var sent í tíðindunum klokkan 18.

1774217

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Guðstænasta
201865
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790