- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta er ikki ein fotomynd av Morgan Freeman
Har eru typurnar, sum altíð verða valdar fyrst til stikkbólt í skúlagarðinum, og so eru tað tey, sum duga at mála eina mynd av Morgan Freeman við einum iPad. Bretski listamaðurin Kyle Lambert hoyrir til seinna bólkin. Við appini Procreate hevur hann megnað at "mála" eina so veruliga mynd av Morgan Freeman, at hon tað sama kundi verið ein fotomynd.
Kyle Lambert er 26 ár og er búsitandi í Cheshire í Onglandi. Hann fæst nógv við talgilda list, men arbeiðir eisini oljumálningum og tekningum. Tað tók honum meira enn 200 tímar og ein fingur at gera myndina av Morgan Freeman. Spurdur, hvussu hann megnaði at gera lítlu smálutirnar á myndini sum eitt nú hárini í skegginum, svarar hann, at hann minkaði pensilin til nøkur fá piksel, vaks um myndina og varliga málaði smálutirnar.
Síggj eitt sjónband av, hvussu myndin bleiv til, her. Sjónbandið hevur bert ligið á netinum í tveir dagar, men longu nú hava meira enn tríggjar milliónir fólk sæð tað.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |