Flogvøllurin: Ferðafólkatalið setur met í ár

Flogvøllurin: Ferðafólkatalið setur met í ár
Nógv tey flestu ferðast á Danmarkar-leiðini, og Ísland er nummar tvey
 
04.12.2013 - 14:38

Alt bendir á, at ferðafólkatalið á flogvøllinum fer at seta met í ár.

Í oktober komu og fóru færri ferðafólk enn í fjør, men vøkstur var aftur í november, 2,4 prosent. Tað, sum farið er av árinum, eru 220.874 fólk komin og farin um flogvøllin, t.e. 9.7412 fleiri enn somu tíð í fjør. Og vøkstur hevur verið, hóast eingin flúgving hevur verið í sambandi við oljuvinnu í ár.

Danmarkar-leiðin størst

Tølini hjá Vága Floghavn vísa, at nógv tey flestu ferðast millum Vágar og Danmark. Ísland er nummar tvey, og síðani koma Noreg og Bretland. Ein lítil framgongd hevur verið í ferðafólkatalinum á Bretlands-leiðini, men færri ferðast á Noregs-leiðini. Tað hevur helst samband við, at eingin oljuflúgving hevur verið í ár.

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at líkt er ikki til, at beinleiðis ruturnar hjá Atlantsflogi til Barcelona og Milano hava tikið nakað frá høvuðsleiðini til Danmarkar, men tað er vorðið ómakaleysari at ferðast beinleiðis suðureftir, og tað er eisini vorðið bíligari at ferðast suðureftir í háárstíð, sigur hann.

Farstøðin liðug í mai

At byggja nýggju farstøðina á flogvøllinum gongur sum ætlað. Tá veðrið batnar, verður takdúkur lagdur á bygningin, og tá kann farast undir at stoypa gólvið. Tænastubygningurin er innilokaður. Nýggja farstøðin skal eftir ætlan verða liðug í mai næsta ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450