Floghavnin í Qaqortoq setur stór krøv til gistingarmøguleikar

Floghavnin í Qaqortoq setur stór krøv til gistingarmøguleikar
Bæði Air Greenland og Icelandair ætla at gera fleiri túrar til Qaqortoq um vikuna.
Nýggja floghavnin í Qaqortoq letur væntandi upp í vár.
 
11.11.2025 - 15:31

Tá nýggja floghavnin í Qaqortoq í Grønlandi letur upp í vár, verður ferðingarmynstrið nógv broytt har suðuri í Grønlandi, og tørvur verður á fleiri seingjarplássum, matstovum og upplivingartilboðum.

Tað vísir ein nýggj greining, skrivar grønlendska kringvarpið. 

Air Greenland og Icelandair hava longu boðað frá nýggjum flogrutum til Qaqortoq næsta summar.

Air Greenland ætlar at gera 17 flogferðir um vikuna millum Nuuk og Qaqortoq í háárstíðini, og Icelandair ætlar at gera fýra túrar um vikuna millum Keflavík og Qaqortoq um vikuna. 

 

Fleiri gistingarmøguleikar

Royndir úr Narsarsuaq vísa, at 70 prosent eru ferðafólk, og tí verður stórur tørvur á gistingarplássi. 

Í løtuni eru 143 gistingarpláss í Qaqortoq, men bara helvtin er ætlað ferðafólkum. 

Í greiningini verður mett, at tørvur verður á 30-60 gistingarmøgleikum í býnum aftrat, og fyri at sleppa undan somu trupulleikum sum í Nuuk, verður mælt til at leggja ætlanir um at byggja gistingarhús og vallaraheim, ella aðrar gistingarmøguleikar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162