Jana leingir sáttmálan við Viborg

Jana leingir sáttmálan við Viborg
Landsliðsspælarin Jana Mittún hevur longt sáttmálan við Viborg til 2028. - Felagið hevur stór mál, og eg gleði meg at hjálpa til at røkka teimum, sigur evnaríki bakspælarin
Mynd: Ernst Van Nord/Ritzau Scanpix  
 
12.11.2025 - 18:35

Jana Mittún hevur longt sáttmálan við Viborg HK í bestu donsku hondbóltsdeildini til 2028.

Føroyska landsliðsstjørnan hevur veruliga fingið fótin fyri seg í felagnum hetta kappingarárið og telist millum teir mest spennandi ungu spælararnar í donsku kappingini. Hon hevur skotið 36 og lagt upp til onnur 36 mál upp á átta dystir.

 - Eg eri fegin um at hava longt við Viborg, sigur Jana Míttun.

 - Eftir skjótt trý ár her trívist eg bæði á og uttanfyri vøllin. Mær dámar at vera partur av liðnum, og eg mennist væl her. Felagið hevur stór mál, og eg gleði meg at hjálpa til at røkka teimum.

Sambært tíðindaskrivinum hjá Viborg hava onnur feløg - bæði í Danmark og aðrastaðni - víst stóran áhuga fyri føroyska bakspælaranum, og tí gleðast tey í felagnum um, at føroyingurin hevur longt um sáttmálan við tveimum árum.

 - Hon er ein dugnaligur spælskipari við góðum yvirlitið, og so er hon ótrúliga kvik. Hóast sín unga aldur tekur hon ábyrgd, og hon er ein týðandi partur av ætlaninum hjá okkum um at røkka toppinum av donskum og evropeiskum hondbólti, sigur venjarin, Anders Friis.

Jana Mittún fór til Viborg í 2023 eftir stórspæl fyri H71 í føroysku hondbóltsdeildini. Í næstum skal Jana Mittún royna seg fyri Føroyar í HM-endaspælinum, sum verður í Týsklandi og Hollandi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485