Stavrað og fiskidagar í tinginum í dag

Stavrað og fiskidagar í tinginum í dag
Samgongan og Fólkaflokkurin í mentanarnevndini eru ímóti uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um at broyta stavraðið
Tingið fer at atkvøða um uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at broyta stavraðið í dag. (Savnsmynd)
 
13.11.2025 - 08:11

Løgtingið fer í dag at atkvøða um stavraðið.

Sambandsflokkurin vil hava C, W, Q, Z og X við í føroyska stavraðið.

Men tað vilja samgongan og Fólkaflokkurin í mentanarnevndini ikki.

Tey mæla frá at samtykkja uppskotið. Miðflokkurin hevur ikki fólk í mentanarnevndini.
 
Uppskotið hjá Árna M. Dam, Jóhannisi Joensen, Bárði á Steig Nielsen og Jacobi Vestergaard um at lata bólk 5 eisini sleppa at flyta óbrúktar fiskidagar til árið eftir hevur fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag.

Tingfundurin í dag verður klokkan eitt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373