Fosturtøkumálið verður ikki atkvøtt úr rættarnevndini

Fosturtøkumálið verður ikki atkvøtt úr rættarnevndini
Helgi Abrahamsen viðgongur, at minnilutin, sum hann er partur av, drýggjar málið í nevndini. Enn eru bara tríggjar undirskriftir komnar á álitið
Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2025 - 08:17

Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, sum eisini er ein av uppskotsstillarunum av nýggjari fosturtøkulóg, hevur ongar ætlanir um at fáa løgtingið at atkvøða málið úr rættarnevndini.

Tað segði hon í Degi og viku í gjárkvøldið.

Uppskotið at broyta fosturtøkulógina var til fyrstu viðgerð í løgtinginum 30. september og tá var tað beint í rættarnevndina.

Freistin at skriva álit var 30. oktober, men var longd til 7. november. Tá lótu uppskotsstillararnir sítt minnilutaálit inn og skrivaðu undir. 

 

Helgi Abrahamsen. 

 

Ein annar minniluti, Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, og Rósa Tyril Gaardlykke, lótu sítt minnilutaálit inn mikudagin 12. november, men hava ikki skrivað undir. 

Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum læt sítt egna minnilutaálit inn hósdagin 13. november, men hann hevur heldur ikki skrivað undir. 

Helgi Abrahamsen ásannaði í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið, at tey fýra, sum enn ikki hava skrivað undir, drýggja málið, og hann leggur tær tríggjar, sum eru fyri málinum, undir at skunda málið úr nevndini. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19112025_Fosturtoka


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493