Búnaðarstovan: Eiga at viðgera linjuføringina av nýggjum

Búnaðarstovan: Eiga at viðgera linjuføringina av nýggjum
Verandi linjuføring tekur ikki atlit at ævinligu samfelagsvirðunum, sum fara fyri skeyti á Sandi og í Hvalba, sigur stjórin á Búnaðarstovuni í hoyringarskrivi
Bæði heima á Sandi, eins og í Sandvík, fara ætlaðu vegaføringarnar sambært uppskotinum gjøgnum ivaleyst nakað av landsins gróðrarmiklasta lendi, sigur Búnaðarstovan.
 
19.11.2025 - 10:35

Búnaðarstovan mælir landsstýrinum tilat geva tunnilsfelagnum boð um at viðgera linjuføringina av Suðuroyartunlinum av nýggjum. Verandi linjuføring tekur ikki atlit at ævinligu samfelagsvirðunum sum fara fyri skeyti á Sandi og í Hvalba.

Stjórin á Búnaðarstovuni, Tróndur Leivsson,  vísir á, at løgtingið hevur samtykt ein framskygdan landbúnaðarpolitikk fyri tíðarskeiðið 2025-2035, har dentur er lagdur á at menna eina økta sjálvsveiting av landbúnaðarmatvørum, undir hesum millum annað at skipa fyri eini øktari grønmetisvelting. 

Búnaðarstovan vísir eisini á, at samstundis hevur løgtingið hert verjuna av góðum landbúnaðarlendi munandi, júst tí at slík lendi eru eitt skortanartilfeingi í Føroyum. Umskipan av tílíkum lendi til aðra nýtslu er at meta sum ein óafturvendandi umskipan.

Búnaðarstovan vísir á, at altjóða og í norðurlendskum høpi eru matvøruveitingartrygd og týdningurin hjá londum at framleiða egnar matvørur týðandi politiskir spurningar á dagsskránni. 

 

Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni. 

 

Taka ikki støðu til tunnilin 

Búnaðarstovan tekur ikki støðu til spurningin um ein Suðuroyartunnil ella ikki, men Búnaðarstovan sær tað tó hinvegin sum sína upplýsingarskyldu, sum fakmálastovnur á landbúnaðarøkinum, at gera vart við, at verandi uppskot til ummælis avgjørt er í andsøgn við tey oman fyri nevndu viðurskifti, og at hesi evni heldur ikki hava fingið eina nøktandi viðgerð í fyrireikingartilgongdini.

Bæði heima á Sandi, eins og í Sandvík, fara ætlaðu vegaføringarnar sambært uppskotinum gjøgnum ivaleyst nakað av landsins gróðrarmiklasta lendi, og í ávísan mun er hetta eisini galdandi fyri ætlaðu vegaføringina í Hvalba. 

Búnaðarstovan er av teirri áskoðan, at størri atlit áttu at havt verið tikin at hesum viðurskiftum í fyrireikingararbeiðinum.

Búnaðarstovan mælir staðiliga til, at landsmyndugleikin, ið er eigarin av tunnilsfelagnum, áleggur felagnum at viðgera spurningin um linjuføringar av vegakervinum til Suðuroyartunnilin av nýggjum.

Les alt hoyringarskrivið her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067