Rúsevnismálið: Landsrætturin legði eitt ár aftrat

Rúsevnismálið: Landsrætturin legði eitt ár aftrat
Maðurin fekk átta ár í Føroya rætti, men Landsrætturin dømdi hann níggju ára fongsulsrevsing
Eystari landsrættur herdi revsingina.
 
20.11.2025 - 10:50

Eisini tann, sum apelleraði revsingina í stóra rúsevnismálinum, fekk harðari dóm í Landsrættinum.

Hann fekk í gjár níggju ár.

Hann fekk átta ár í Føroya rætti í mars.

Dómurin hjá manninum, sum fekk 11 ár í Føroya rætti, var staðfestur í Landsrættinum í síðstu viku.

Maðurin, sum fekk seks ár í Føroya rætti, fekk sjey ár í Eystari landsrætti.

Og maðurin, sum fekk sjey ár í Føroya rætti, fekk í Eystara landsrætti átta ár. 

Ógvusligasta broytingin var tó hjá manninum, sum var frídømdur í Føroya rætti.

Hann fekk átta ár í Landsrættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595