Treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu

Treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu
Maðurin er dømdur fyri at hava havt samlegu við gentu, sum var yngri enn 15 ár, minst eina ferð í juli 2022
Føroya rættur.
 
20.11.2025 - 13:59

Maðurin, sum var ákærdur fyri at hava havt samlegu við gentu, sum var yngri enn 15 ár, hevur fingið tríggjar mánaða treytaða fongsulsrevsing.

Og hann skal gera samfelagstænastu í 80 tímar.

Gentan fær 5.000 kr. í endurgjaldi.

Maðurin var ákærdur og er nú dømdur fyri at hava havt samlegu við gentu, sum var yngri enn 15 ár, minst eina ferð í juli 2022.

 

Játtaði seg sekan

Maðurin, sum er føddur í 2001, játtar seg sekan.

Hann er ikki ákærdur fyri at noyða gentuna til samlegu. 

Men sama, um samlegan er sjálvboðin, er revsivert at hava samlegu við fólk, sum eru yngri enn 15 ár. 

Gentan var stívliga 14 ár, tá samlegan ella samlegurnar var ella vóru. Hon er fødd í 2007.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938